Sílið er tvífaldur vinnari

5-mannafør dreingir: Longu undan ólavsøku vóru havnardreingir meistarar, og í dag settu teir á ólavsøku flott punktum fyri róðrarárinum

Á vestanstevnu í Sørvági vann Sílið kappingina millum yngru dreingjamanningarnar, og í dag vann Sílið sannførandi sigur í ólavsøkuróðrinum.

 

Eina løtu var talan um kapping við Heyk og Báruna, men fram við Molanum róði Sílið frá avbjóðarunum, og á málinum var Sílið leyst av teimum báðum bátunum úr Sundalagnum.

 

Heykur úr Hósvík og Báran úr Hvalvík/Streymnesi vóru í tættari kapping um næstfremsta plássið, og ta kappingina vann Heykur.

 

-

 

1Sílið (HR)04:42.23
2Heykur (HVR)04:44.49
3Báran (HSR)04:45.44
4Ingibjørg (HR)04:50.19
5Geytin (Tindur)04:51.10

 

stavnur.fo

 

-

 

Úrslitið í FM kappingini

 

1Sílið (HR)47
2Báran (HSR)36
3Heykur (HVR)35
4Geytin (Tindur)31
5Ingibjørg (HR)20
6Ternan (NSÍ)4