Hetta hevur verið vánaligasta sildrekaár í Noregi í 20 ár. Tað veit NRK at siga í dag. Norðmenn skulu heilt aftur til 1980-ini fyri at finna so lág veiðitøl sum í ár. - Hvalatvøst telist millum sunnasta kjøt, ið finst, men bæði veiða og eftirspurningur eru minkandi.
Tað veit norska kringvarpið - NRK - at siga, og tað er leiðarin í Norges Småkvalfangerlag, Truls Soløy, sum eigur orðini.
Í felagnum meta tey, at sildrekavertíðin nú er liðug í ár, og tølini vísa, at 429 sildrekar eru veiddir í 2019. Hetta er nógv minni, enn norska kvotan av sildreka loyvir, og henda kvota er nevniliga 1278 sildrekar um árið, verður lagt aftrat.
- Hetta er eitt virkuliga vánaligt ár, og vit eru ikki nøgdir, sigur Truls Soløy við NRK. Hann vísir á, at til samanburðar kann nevnast, at veiðan í 2018 var 454 sildrekar, og í 2017 var hon 436.
Sambært frágreiðing hjá altjóða hvalaveiðinevndini (IWC), sum NRK endurgevur, vórðu 660 sildrekar veiddir í 2015 – og 736 metárið í 2014.
Sildrekaveiða hevur verið fram við norsku strondini í øldir, og skrivligar keldur eru sum siga frá sildrekaveiði um hesar leiðir heilt aftur til 800-talið.
Truls Soløy sigur, at ein av orsøkunum til lágu veiðitølini er, at tað ikki eru nógvir pengar í hesi vinnu longur, tí eftirspurningurin eftir tvøstinum er so nógv minkaður.
- Hetta ger, at hvalaveiðimenn velja veiðina eftir sildreka frá og fara heldur á aðra veiði, har inntøkurnar eru størri, sigur formaðurin í Norges Småkvalfangerlag.
##med2##