Sildrekaveiðan byrjar

Í morgin kunnu byrja íslendingar aftur at veiða sildreka. Kvotan er 100 hval Myndugleikarnir hava givið trimum bátum loyvi at skjóta sildreka hesa veiðitíðina, og kvotan er 100 hval, skrivar Vísir. Blaðið veit eisini at siga, at gongst sum ætlað kemur tað fyrsta sildrekatvøstið í handlarnar seinni í hesari vikuni.

Tað var tann 18. februar, at Steingrímur J. Sigfússon, fiskimálaráðharri, kunngjørdi, at hann hevði gjørt av at lata tríggjar hvalabátar skjóta 100 sildrekar hesa veiðitíðina.

Avgerðin elvdi til mótmæli úr fleiri londum, og í Bretlandi hóttu handlar við at gevast at selja íslendskar fiskavørur.