Sildberin aftur í sigling

Strandfaraskipið Sildberin, sum røkir farleiðina millum Sand og Skúvoy, hevur verið á beding hjá skipasmiðjuni MEST í Havn seinastu umleið tríggjar vikurnar. Tað var annað gearið, sum brotnaði, men nú er nýtt gear komið, og skipasmiðjan er liðug við sítt arbeiði.

Konrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur, at Sildberin hevur verið royndartúr í dag, og nú er skipið á veg í Sandoynna.

Hann vísir á, at Sildberin fer aftur í regluliga sigling um Skúvoyarfjørð stundisliga í morgin. Meðan Sildberin hevur verið á beding, hevur Súlan røkt farleiðina meginpartin av tíðini.