Sildavirki í Skagen farið á húsagang

Virkið Pelagic Skagen, sum er eitt av framkomnu fiskavirkjum í Danmark, er farið av knóranum Tað skrivar nordjyske.dk.

Øll trý árini hevur virkið havt hall. Samráðingar hava verið við veðhavarar um at yvirtaka virkið, men partaeigararnir vildu ikki vera við. Tí kendi nevndin seg noyddan at fara í skiftirættin og biðja um at fáa fyritøkuna lýsta í gjaldsteðg.

Tað eru peningastovnar, sum eru veðhavarar og tí eru tað teir, sum ráða fyri, um sildaframleiðslan á virkinum við teimum 70 starvsfólkunum kann halda fram.