Í kvøld klokkan 21.30 føroyska tíð fer danska tíðindasendingin Deadline á DR2 at varpa ljós á Føroyar, sildastríðið og ES-sanktiónir.
Sambært redaktiónini er endamálið at skilja føroysku sjónarmiðini og atferð Føroya í hesum máli.
Deadline-verturin Martin Krasnik fer at hava eina longri samrøðu við Jacob Vestergaard í studio, og Heini í Skorini, luttekur eisini í sambandi við greinar, hann hevur skrivað í donskum miðlum um evnið.