Sildaskipini rokast

Fimm skip landa i vikuskiftinum 6000 tons av sild

Tað gongur væl við sildafiskarínum. Rúgvurnar eru stórar, og sildin er bæði stór og feit.

Í vikuskiftinum landa fimm skip umleið 6000 tons av sild.

Í fyrradagin kom Tummas T á Kollafjørð við 1100 tonsum, og sama dag kom Finnur Fríði á Tvøroyri við 1500 tonsum.

Christian í Grótinum liggur í dag í Norðhavnini og landar. Veiðan hjá honum  er 650 tons.

Veiðan hjá Norðborg liggur um túsund tons av sild og knappliga 300 tons av makreli. Orsaka av at goymslurnar í Norðhavnini eru fullar, er Norðborg farin á Fuglafjørð, har teir fara at landa í kvøld.

Á middegi legði Tróndur í Gøtu at á Tvøroyri. Veiðan hjá honum er 1650 tons av sild. Hann sleppur framat, tá ið Finnur Fríði verður liðugur at landa.

So skjótt, sum tey eru liðug at landa, fara skipini útaftur. Tey royna norðanfyri á umleið 65-66.