Fleiri føroysk sildaskip hava landað sild til matna teir seinastu dagarnar Christian í Grótinum og Finnur Fríði hava verið á Kollafirði og landað sild til Kollafjord Pelagic. Christian í Grótinum hevði umleið 700 tons og Finnur Fríði umleið 600.
Norðborg, sum frystir sildina umborð, er á veg til Føroya við umleið 700 tonsum. Teir byrjaðu túrin 20. september.
Tróndur í Gøtu, sum hevur samtrolað við Finni Fríða, hevur landað umleið 300 tons av sild í Noregi.









