Sildarok á Trongisvágsfirði

Í gjár stóð ein stór sildatorva á Trongisvágsfirði Tá útróðrarbáturin Heykur í gjár fór ein túr út á Trongisvágsfjørð, var hann varðugur við eina stóra torvu av smásild millum ferjuleguna á Krambatanga og bryggjuna á Tvøroyri.

Signar Mortensen sigur við Suðuroyarportalin, at her var ikki talan um nakra lítla torvu. Eisini verður sagt at seiðurin, ið verður fiskaður á fjørðinum, er fullur av hesari smásild, sum allarhelst er brislingur.

Tað hevur verið meiri smáligt við sildaæti í nógv ár, so ilt er at siga um hetta er boðberi um at vend er við at koma í. Fyri fáum árum síðani var vanligt at gørn stóðu fram við landinum, men veiðan minkaði ár um ár og tí helt tað uppat av sær sjálvum, skrivar Suðuroyarportalurin.