Fríggjakvøldið bar In.fo tíðindini, at prísurin, sum føroysku uppsjóvarskipini fáa fyri sildina í Føroyum, nú er niðri á 3-3,20 krónum fyri kilo, men prísurin gongur skjótt niðureftir.
- Prísurin hjá Faroe Pelagic í Kollafirði og hjá Pelagos í Fuglafirði er nú komin niður á 2,80 krónur fyri kilo. Tað verður neyvan leingi, til prísurin er komin heilt niður á 2,20, sum er prísur til ídnað.
Tað sigur føroyski uppisjóvarskiparin, Virgar Fagraklett, við In.fo. Hann leggur aftrat, at teir, sum fiska, kunnu vátta, at hetta er prísurin, tí tað eru teir, sum selja sildina.
- Tó kann vera ein ávísur prísmunur á sildini millum virkini - alt eftir, hvussu stór sildin er, men hetta er so dagsins prísur beint nú, leggur skiparin aftrat.
Til samanburðar kann nevnast, at miðalprísurin, sum skipini hjá Varðanum í Gøtu fingu fyri sildina um hesa tíðina í fjør, var 6,45 krónur fyri kilo.
Eisini í Noregi er sildaprísurin lágur og liggur í løtuni á umleið sama støði sum í Føroyum.
Við teimum tilfeingisgjøldum, sum eru á sild í Føroyum og prísinum á keyptari sild á uppboðssølu, gevur sildaveiða í løtuni ikki meira – og kanska minni – enn veiða eftir svartkjafti til ídnað.
Eftir sildakanningar, sum fiskifrøðingar úr Noregi, Íslandi, Danmark og Føroyum gjørdu á Norðhavinum í mai í ár, vísir úrslitið, at sildastovnurin er útvið ein fjórðing minni í ár, enn hann var í fjør.
Og so kortini hava ikki í nýggjari tíð verið so stórar sjálvásetingar í sildakvotu, sum fyri árið 2017, nú hetta havsins silvur eftir øllum at døma skal veiðast og seljast fyri spottprís.