Heildarkvotan av norðhavssild verður átta prosent størri næsta ár enn í ár Strandarlondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland hava í dag skrivað undir avtalu um fiskiskapin eftir norðhavssild í 2009.
Eftir avtaluni verður mest loyvda veiðan av norðhavssild í 2009 1,643 mió. tons. Hetta er góð átta prosent hægri enn í ár.
Fiskimálaráðið sigur, at sambært fasta býtislyklinum, sum londini komu ásamt um í 2007, eiga Føroyar 5,16% av heildarkvotuni, og føroyska kvotan av norðhavssild verður tí 84.779 tons í 2009.
Semjan um heildarkvotuna fyri 2009 byggir á eina avtalu millum strandalondini um langtíðarumsiting av fiskiskapinum eftir norðshavssild. Hendan avtalan hevur m.a. ein veiðisetning og ásetir eitt fast býti av heildarkvotuni millum londini.










