Uppsjóvarflotin og hinir skipabólkarnir, ið bíða eftir, hvat fellir í teirra lut av makreli og norðhavssild í ár, mugu brynja seg við toli eitt sindur afturat.
Føroyska eginkvotan eftir norðhavssild er framvegis ikki ásett, og áðrenn tað er gjørt, verður einki býtt út til skipini.
– Vit mangla enn onkrar smálutir og formlig viðurskifti. Men ætlanin er at kunna Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum týsdagin, sigur Jacob Vestergaard.
Hóast strandalondini í februar samdust um, hvussu makrelurin í Norðuratlantshavi skal býtast, so hava Føroyar enn ikki skrivað undir nakra nýggja strandalandasemju um býtið av norðhavssildini.
Tí er tað landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum í síðsta enda ger av, hvussu nógva norðhavssild føroysk skip skulu sleppa at fiska í ár. Áðrenn føroyska eginkvotan verður ásett, ætlar Jacob Vestergaard sær at tosa við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.
Í fjør ásettu Føroyar sær sjálvum 17 prosent av ICES-tilráðingini um mest loyvdu veiðu eftir norðhavssild. Hóast Jacob Vestergaard einki vil siga, so rokna nógv við, at føroyski prosentparturin verður nakað lægri í ár, tí strandalondini tykjast tætt við eina nýggja sildasemju.
Makrelsemjan við ES og Norra gav Føroyum 12,6 prosent av ICES-tilráðingini um mest loyvdu veiðu.
28. mai, dagin tá løgtingið fór í summarfrí, varð lógin um tilfeingisgjald samtykt. Eftir hjá landsstýrismanninum er tí bara kunngerðin, ið ásetir, hvussu makrelurin og norðhavssildin verða býtt út á skipini í ár.
Tað verður gjørt, so skjótt føroyska sildakvotan er ásett.










