Tað er ikki bara í Føroyum, at festivalar hava stungið seg upp sum hundalond, soleiðis at gomlu stevnurnar, sum settu sín dám á kring landið, nú eru á fallandi føti. Formansskapurin í Bodø Kommunu í Noregi hevur játtað 150.000 krónur til Bodø Sildafestivalin, sum verður hildin saman við øðrum tiltaki á leiðini. Sildafestivalurin hevur til endamáls at seta “focus” á sild sum mannaføði.










