Í annaðkvøld verður tað, sum Tórshavnar Bátafelag rópar Mjáflaggahugni, í felagshølunum í Vágsbotni.
- Eins og í fjør var ætlanin eisini í ár, at bátarnir skuldu savnast í Nólsoy, áðrenn siglt verður í felagssigling til Havnar, men veðurlíkindini eru einki serlig, og tí verður ikki farið til Nólsoyar í morgin.
Ætlanin er tí í staðin, at bátarnir skulu sigla av Argjum og heim í Vágsbotn, har tiltakið verður.
Tórshavnar Bátafelag sigur, at klokkan 15 verður siglt inn í Vágsbotn, har harmonikutónleikur verður, og Jóannes Eidesgaard, formaður í felagnum "Varveitan av Thorshavn", fer at siga nøkur orð.
Eftir røðuna hjá fyrrverandi løgmanni, sum nú alment telist millum tey, ið hava áhuga fyri báta-og skipasigling, fer Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar kommunu, at klippa snór í Vágsbotni, har nýtt bátapláss er gjørt til einar 12 hampiliga stórar bátar.
Skráin fyri tiltakið sæst annars á heimasíðuni hjá Tórshavnar Bátafelag.
Myndin er tikin í Nólsoy á ovastevnu, tá nógvir bátar plaga at leita til bygdar. Hóast ikki verður farið til Nólsoyar í morgin, er ein slíkur hugni yvir hesi mynd, at vit lata hana standa til henda greinastubba.










