Sildabýtið er skeivari enn makrelbýtið

ES fær størri part av norðhavssildini enn Føroyar, hóast ES neyvan hevur rætt til at vera partur í býtinum. Tað heldur Bjarti Thomsen.

Hann heldur, at skilið er eins ringt, ella verri, í býtinum av norðhavssildini enn makrelinum. Føroyingar hava góðtikið í nógv ár, at ES fær væl størri part enn Føroyar, hóast sildin at kalla ikki kemur inn í ES-sjógv. Hinvegin er nógv sild í føroyskum sjógvi.

Í seinastu avtaluni, sum varð undirskrivað fyri tveimum mánaðum síðan, fáa Føroyar góð 50.000 tons, og ES fær 26 prosent meira.

- ES fiskar sína veiðu inni hjá øðrum, tí eingin sild er í ES-sjógvi. Tað er onki nevnt um ES-sjógv, tí har er eingin veiða. Tí er høpisleyst, at føroyingar skriva undir eina avtalu um býtið av norðhavssildini, har ES fær størri part enn Føroyar, sigur Bjarti Thomsen.