Fyrsta ársfjórðing var føroyski útflutningurin 400 milliónir krónur minni, enn hann var somu tíð í fjør. Høvuðsorsøkin til minkingina var, at minni verður útflutt av uppsjóvarfiski. Útflutningurin av makreli og sild er nógv minkaður, meðan nakað meira er útflutt av svartkjafti. Eisini var laksútflutningurin góðar 100 milliónir minni enn somu tíð í fjør.
Heldur gongdin fram restina av árini, fara Føroyar at útflyta sild og makrel fyri góða hálva milliard minni enn í fjør.
Poul Huus, stjóri í North Pelagic, sigur við Kringvarpið í dag, at russar vilja ikki gjalda sama høga prís fyri sildina nú sum undanfarin ár. Tað hevur við sær, at minni fæst fyri minkandi nøgdina av sild, og samanlagt kann føroyski útflutingurin av sild fara at minka við 220 milliónum krónum í ár.
Makrelkvotan er minkað við 27.000 tonsum, og fæst sami prísurin fyri makrelin í ár, minkar útflutningurin við umleið 300 milliónir krónur.
Kringvarpið skrivar, at roknast kann tí við, at útflutningurin av sild og makreli minkar við góðari hálvari milliard í ár samanborið við í fjør.