Tað var undir venjingarleguni hjá FC København í Føroyum, at Micheal Silberbauer varð steðgaður av løgregluni náttina eftir dystin ímóti HB. Sosialurin skrivaði fyrst um málið í blaðnum tann 13. juli.
Fyrsta royndin vísti, at hann hevði ov nógv alkohol í blóðinum, og tí varð blóðroynd tikin av manninum. Heimasíðan Onside sigur seg vita, at promillan hjá Silberbauer var 0,52, og hetta er eitt vet ov nógv sambært ferðslulógini.
Í Føroyum gevur promillukoyring millum 0,5 og 0,8 eina bót á 4.000 krónur og eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Men tann treytaða frádømingin er bert galdandi í Føroyum, og tí skal Silberbauer ikki upp til nýggja koyriroynd í Danmark. Bótin stendur tó við.
Í Danmark er lógin øðrvísi, og har gevur promillukoyring ímillum 0,5 og 0,8 ikki treytaða frádøming í fyrsta umfari, men ikki fyrr enn viðkomandi er tikin fjórðu ferð við hesi promillu verður talan um treytaða frádøming.
Silberbauer iðrar seg
? Tað var sera býtt av mær, men eg helt meg var føran fyri at koyra bil. Nú havi eg fingið eina bót, og so er hatta málið úti av verðini fyri mítt viðkomandi. Eg haldi, at hetta málið hevur verið sligið ov stórt upp, samanborið við tað, sum tað veruliga var, sigur Silberbauer við onside.dk.
Silberbauer sjálvur heldur ikki, at hetta málið hevur so nógv uppá seg. ? Hatta var ikki øll verðin, sigur hann um alkoholnýtsluna, sum var tann dagin, hann hevði føðingardag.
Linda Hesselberg, ákæri hjá fútanum, vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið og vísir á, at hetta er eitt persónsmál, har tey ikki lata fjølmiðlum upplýsingar. Ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, vil heldur ikki gera nakrar viðmerkingar til málið.