Tað verður Silas Olofson, sum fer at halda røðu í Runavík á grækarismessu, 12. mars, og hetta verður klokkan 17.
- Fyrstu klippini frá okkara várgestum - tjøldrunum - bera av sonnum boð um, at várið og ljósari tíðir eru í nánd.
Soleiðis siga tey á Visit Runavík í morgun.
Saman við skótunum skipar Visit Runavík fyri grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík mikudagin 12. mars.
Dagurin er ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri, og tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu.
- Silas Olofson flytur fram røðu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.
##med2##
Hjá Visit Runavík siga tey, at tiltakið í Skótahúsinum varir umleið leið ein tíma, og øll eru hjartaliga vælkomin.