Silas FM Gull

Silas Eyðsteinsson, úr Sandavági, er Føroyameistari í talvi 2011, í unglingum, longu undan seinasta umfarinum leygardagin. Kappingin hevur verið sera spennandi og hørð, har tað, sum kappingin leið, varð lagt upp til eitt satt oddabrak leygardagin, tá Silas hevur hvíta fólkið ímóti Sjúrða Olsen, úr Vestmanna.

 

Men hetta verður av ongum, tí meðan Silas fríggjadagin telvdi javnt ímóti Alfred A. Olsen, misti Sjúrður á stokkinum ímóti Eli W. Finnson. Harvið verður Silas ikki at vika á fyrsta plássinum.

 

13 ára gamli unglingin, úr Sandavági, Silas Eyðsteinsson, telist, við FM-heitinum, ímillum yngstu Unglinga FM-vinnararnar í føroysku talvsøguni og er enn eitt sera evnaríkt stjørnuskot úr Sandavágs Talvfelag ? felagið, sum av álvara hevur hálað seg upp í fremstu røð seinastu árini. Talvkønir meta, at við framhaldandi íðni og nærlagni, røkkur Silas heilt langt innan telvingina.

 

Støðan í oddinum undan seinasta umfarinum:

 

1. Silas Eyðsteinsson 7,0

2. Sjúrður Olsen 5,5

3. Eli W. Finnsson 5,0

4. Rúni T. Jacobsen 5,0

 

Kappingin er framvegis hørð um silvur og bronsuna og onki er avgjørt undan seinasta umfarinum leygardagin kl. 10.00. Umframt topp-dystin ímilum Silas og Sjúrð, hevur Eli hvíta fólkið í móti Rúna.

 

Fylgið FM í Vestmanna á: www. faroechess.com.

 

Til ber eisini at fylgja telvingini á staðnum, í Vestmanna skúla.