LAKSAFAMILJA
Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling, sigur, at í staðin fyri púrasta at avtaka føroysku laksafamiljuna, tá nýggju rognini koma á marknaðin um eini trý ár, hevur Fiskaaling gjørt av, at sil undan føroyska hann-fiskinum skulu niðurfrystast og goymast, tá føroyska laksafamiljan annars verður niðurlagað og avtikin.
- Føroyar hava brúkt nógvan pening upp á lívfisk gjøgnum árini, men í 2005 helt hetta arbeiði uppat. Í staðin fyri bara at avtaka allan hendan fiskin, hava vit gjørt avtalu við SalmoBreed, at sil undan føroyska hann-fiskinum verða niðurfryst hjá teimum.
Kristian Petersen sigur, at norðmenn hava serfrøði til slíka niðurfrysting, og tí hevur Fiskaaling valt at goyma silini í Noregi.
- Tað ber ikki til at goyma rogn, og soleiðis eru silini tað einasta, sum kann goymast, so hesin parturin av føroysku laksafamiljuni kann varðveitast á tryggari goymslu.
Stjórin í Fiskaaling dylur ikki fyri, at føroyska alivinnan hevur verið fegin um føroyska lívfiskin, men við tað, at einki aktivt kynbótaarbeiði verður gjørt úr hesum fiski longur, er neyðugt at skifta føroysku familjuna út.
- Føroyska alivinnan brúkar eini 20 miljónir rogn um árið, og okkara partur av hesum hevur ligið um einar 12 miljónir rogn, sigur Kristian Petersen.