Sigvald helt røðuna

Tá Sigvald Kristiansen í 1975 helt røðu á pisufundinum, vóru tað 25 ár síðani, at hann leyk stundentsprógv.

Leygardagin í síðstu viku høvdu vit eina søgu um 1975 árgangin í Hoydølum, sum hevði verið saman og minst gamlar dagar. Í tí sambandinum søgdu vit, at Óli Jacobsen hevði hildið pisurøðuna í 1975. Hetta var ikki rætt. Tað var Sigvald Kristiansen, fyrrverandi lækni á Skála, sum helt røðuna tað árið. Vit biðja Óla, Sigvald og lesararnar orsaka okkum. Í røðu síni kom Sigvald inn á málstríðið, sum tá var í hæddini. Eitt brot úr røðuni stendur í bóklinginum um málstríðið, sum kom út á heysti í 1975. Tíverri stendur tað ikki undir røðuni, hvør helt hana.

Tá Sigvald Kristiansen í 1975 helt røðu á pisufundinum, vóru tað 25 ár síðani, at hann leyk stundentsprógv. Hann og hini, sum fingu prógv í 1950, vóru tá saman og mintust aftur á gamlar dagar. Tíðin flýgur avstað. Í summar hava Sigvald Kristiansen og fleiri av hinum, sum fingu prógv fyri einari hálvari øld síðani, verið saman aftur.

Sambært 50 ára minningarritinum hjá Føroya Studentaskúla vóru studentarnir í 1950 tíggju í tali. Tríggir málslingar og sjey matematikarar. Málslingarnir vóru Ingibjørg Johannesen, Skáli, Marjun Johannesen, Skáli og Alex Sólstein, Klaksvík.

Matematikararnir vóru Sverri Egholm, Vestmanna, Jacobina Jona Joensen, Klaksvík, Ásmundur Vágsheyg Johannesen, Klaksvík, Sigvald Kristiansen, Fuglafjørður, Byrgi Petersen, Klaksvík, Magnus Ólavur Simonsen, Saltangará og Ellen Kristian Weihe, Tórshavn.

blm.