Hóast eitt lítið høgættarlot vóru líkindini góð at spæla fótbólt í Sarpugerði í kvøld. Víkingur hevði vitjan av HB, og heimaliðið vann 2-1. Hetta var 15. ferðin á rað, at víkingarnir fóru av vøllinum við fullari úrtøku. Víkingur hevur seks stig eftir tvey umfør, og tað er vorðin sum støða at fara í landsliðssteðg við. Sigurin í kvøld var tann fyrsti hjá Víkingi á heimavølli ímóti HB síðani 24. apríl í 2022.
Nýggja HB liðið var fyrstu stóru royndina. Úrslitið sigur, at Adolfo Sormani og hansara menn ikki stóðu royndina, tí teir taptu 2-1.
Men tað hevði verið at tikið ov rívan til at siga, at HB dumpaði. Tí í 2. hálvleiki sást, at tað býr nógv í liðnum, sum ivaleyst fer at kappast um pláss í Europa. Um tað eisini verður við í kappingini um FM heitið valdast, hvussu tað verður við menningini, og hvussu teir spælararnir fara at roynast, sum framvegis ikki eru tøkir.
Í 1. hálvleiki gekk tað ikki so væl hjá HB. Avrikið hjá Víkingi var meiri sannførandi, enn tað var hjá gestunum. Víkingaliðið er meiri samanspælt, víkingarnir funnu væl hvønn annan, og teir vóru ágangandi í pressspælinum.
Tíggju minuttir undan steðginum varð 1-0. Eftir horna og eitt sindur av aftur og fram endaði bólturin hjá eyðsýnda miðvallaranum Géza Dávid Turi, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.
Géza plagar ikki at skora á hvørjum ári. Nú hevur hann longu eftir tvær ferðir 90 minuttir í ár skorað týdningarmikið mál.
Eftir steðgin hevði HB væl betur tak á spælinum enn undan steðginum. HB spældi seg til onkra spenta støðu, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið. Tí mundi tað kennast sum pøs av vatni í andlitið, tá ið Víkingur eitt lítið korter eftir steðgin økti um munin til 2-0. Aftur var tað eftir hornaspark, og nú var tað Finnur Justinussen, sum skoraði og undirstrikaði, at hann í løtuni er upplagt val til fremsta plássið. Hann skoraði eisini, tá ið Víkingur vann 2-0 í Sørvági.
Hanus Sørensen var sera arbeiðssamur sentralur miðvallari hjá HB. Hann átti forarbeiðið, tá ið HB 17 minuttir undan leikloki minkaði um munin og kveikti spenningin av nýggjum. Hanus rak einar 25 metrar, áðrenn hann spældi eitt sindur í høgru til Samba, sum fyri fyrstu ferð var á HB liðnum í landskappingini. Samba trillaði bóltin til nærra stólpa, har innskifti Jacob Johansson var fyrstur á, og so var 2-1.
Síðstu løtuna spenti HB álopsbogan, men tað var Víkingur, sum vann størsta møguleikan at skora. Poul Kallsberg var púra leysur, tá ið hann mitt fyri hevði góðar stundir, áðrenn hann smekkaði bóltin væl omanfyri og við síðuna av málinum.
Víkingur – HB 2-1 (1-0)
1-0: Géza Dávid Turi 36.
2-0: Finnur Justinussen 58.
2-1: Jacob Johansson 63.
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Géza Dávid Turi, Aron Jarnskor Ellingsgaard – Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Poul Kallsberg – Finnur Justinussen
HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Heðin Hansen, Ejvind R. Mouritsen – Leivur F. Guttesen, Hanus Sørensen, Áki D. Samuelsen – Mohamed Samba