Sigursrómurin vardi í fýra dagar

Team Klaksvík hevði lítið at bjóða í ítróttarhøllini á Skála í gjár. StÍF syrgdi fyri, at sigursrómurin vardi bara í fýra dagar hjá klaksvíkingum. Sveinur Justinussen var toppskjútti

Fríðin Ziskason, formaður og annar av venjarunum hjá Team Klaksvík, var týðiliga fegin, tá Team Klaksvík vann fyrstu stigini í hesum kappingarárinum.
- Tað hevur gingið rætta vegin hjá okkum síðani á jólum, og hetta var nógv tann besti dysturin, vit hava spælt í vetur, segði hann.
Sigursrómurin fekk hinvegin ein bráðan enda. Tað var lítið veiggj í uppflytarunum í gjár, tá StÍF vann greitt og einfalt við 14 málum.
Úrslitið var 34-20.
StÍF legði nógv fyri beinanvegin. Heimaliðið var á odda 11-2, tá fyrri hálvleikurin var hálvrunnin.

Justinussen er við aftur
Sveinur Justinussen er aftur á liðnum hjá StÍF. Hann var eyðsýndur í álopsspælinum í gjár. Justinussen var toppskjútti við sjey málum.
Tað er væntað, at hann fer at geva liðnum hjá strandingum fleiri møguleikar í álopsspælinum. Ingi Olsen, venjari hjá Neistanum, segði í farnu viku, at Sveinur Justinussen hevur skotstyrki sum fáur í føroysku landskappingini.