Sigursrøðin varð steðgað

Fremad Amager tapti um vikuskiftið í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Annar hevur gingið strúkandi hjá føroyska felagnum í danska høvuðsstaðnum, og Fremad Amager liggur eisini á odda í 2. Deild Eystur. Um vikuskiftið var FC Roskilde mótstøðuliðið, og Roskilde vann uppiborið 2-1. Teir úr Roskilde skoraðu tvey tey fyrstu málini, og teir hildu fast um leiðsluna, hóast Fremad Amager minkaði um munin í seinna hálvleiki.