Seriøisi franski høvuðsvenjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger og dugnaligu spælararnir hjá honum eru neyvan glaðir fyri planleggingina hjá lokala býarstýrinum í Islington í norðara London-økinum, har Arsenal heldur til.
Í lokala býarstýrinum eru tey so vís í, at Arsenal vinnur Premier League á fyrsta sinni í 11 ár, at tey eru tíðliga úti við planleggingunum.
Býarstýrið í Islington hevur kalt og kyniskt sett dagin 22. mai í ár av til sigursparaduna, sum skal verða í Islington, tá komandi ensku meistararnir - sambært býarstýrinum í Islington - skulu feirast, sum tað sømir seg. Á myndini sæst Arsene Wenger á sigursparaduni í Islington, tá Arsenal vann FA Cup steypakappingina í fjør.
Nógvir fjepparar hjá Arsenal, sum hava sæð Arsenal mist á stokkinum áður eru alt annað enn glaðir fyri útmeldingina hjá býarstýrinum í Islington. Men í býarstýrinum skjóta tey seg undir, at tey eru "noydd" at hava ein arbeiðskalendara at arbeiða eftir.
Gjøgnum árini hevur tað víst seg at verða vandamikið at taka gleðina uppá forskot. Í Føroyum kenna vit søguna um Royn, sum eftir ætlan skuldi flyta upp í bestu deildina, og seinasti dysturin ímóti ÍF, kappingarárið í 1984 var bert ein avgreiðsluspurningur, tí bert javnleikur kravdust til at vinna táverandi 2. deild. ÍF vann 3-1 í Hvalba, og Royn flutti aldrin upp í bestu deildina.
Í heimssøguni er tað tiltikið, at Brasil hevði vunnið HM-heitið áðrenn seinasta dystin ímóti Uruguay, tá HM endaspælið var í Brasil í 1950. Gullur vóru gjørd til allar teir brasilsku spælararnar. Ein fanfara var gjørd, sum skuldi spælast, tá Brasil fekk steypið handað. Ein sigurssangur var eisini klárur, sum skuldi spælast í brasilskum útvarpi. Tá samanum kom vann Uruguay 2-1, og alt Brasil fór í landasorg.
Í Føroyum hevur tað tó eydnast kenda B36-fjepparanum, Boga Simonsen at freista lagnuna og vinna. Á tveimum sinnum hevur Bogi skrivað "Føroyameistari 2014/2015" á skermin á bilin hjá sær langt áðrenn B36 hevði tryggjað sær FM heitið, og tað hevur hildið á báðum sinnum.
Nú má so bara bíðast eftir at síggja, um býarstýrið í Islington hevur gjørt ein "Royn" ella ein "Boga Simonsen". Sum er liggur Arsenal væl fyri í Premier League, og eru á odda, men Leicester, Tottenham, Manchester City fara at geva teimum skarpan gang í stríðnum um enska meistaraheitið.