Lagt var upp til ein spennandi dyst leygardagin, tá ið Neistin og Kyndil hittust. Áskoðararnir fóru neyvan skuffaðir til hús, tí talan gjørdist um ein sera spennandi dyst, har ið liðini skiftust um at vera á odda.
Tað var sera javnt í byrjani av dystinum. Neistin dróg tó frá móti endanum av seinna hálvleiki, og hálvleiksstøðan var 12-9 til Neistan. Tá sá tað ikki út til, at Kyndil skuldi koma inn aftur í dystin, tí at teir fingu als ikki alópsspælið at koyra.
Læstu málið
Jónleif Sólsker hevur helst givið sínum spælarum ein ordans uppsang í steðginum, tí at Kyndil legði fyri sum eitt óløgi eftir steðgin. Teir skoraðu 7 mál, áðrenn Neistin fekk sítt fyrsta í seinna hálvleiki. Hesa løtuna stongdi málverjin Magnus Matras púrasta Kyndla-málið. Hann fekk eisini góða hjálp frá einari framúrskarandi verju.
Neistin fekk tó skjótt innheintað leiðsluna aftur, og munurin var ongantíð størri enn tvey mál. Hetta eyðkendi sum heild dystin. Tá ið annað liðið hevði vunnið sær ein fyrimun, blakaðu teir leiðsluna burtur.
Jacob Larsen í málinum hjá Neistanum spældi enn ein góðan dyst. Stóri málverjin dugir veruliga at stilla seg rætt í málinum. Hann tók púra broddin úr skjúttunum hjá Kyndli, og serliga Rókur Akralíð hevði torført við at skora hjá danska málverjanum.
Dramatiskur endi
Tað var tó Rókur, sum legði Kyndil á odda 24-23 við fáum sekundum eftir. Neistin fór í álop, og Carl Herup gjørdist leysur. Hann skeyt tó við síðuna av, og Kyndlamenninir fegnaðust, tí at teir hildu seg hava vunnið dystin.
Men dómarin hevði dømt brotskast, og hetta østi bæði Kyndlaleikarar og viðhaldsfólk. Áki Mørk skoraði uppá brotskastið, og so skundaðu Kyndil sær í álop við einans 10 sekundum eftir. Men teir mistu bóltin, og Neistin fór í mótálop.
Áki Mørk tveitti bóltin í mál, beint tá ið floytan ljóðaði. Talvan vísti 25-24 til Neistan, men tað var enn óvist, um málið var viðurkent.
Neistamenn fegnaðust um sigurin, meðan Kyndlamenn vóru í øðini. Fleiri áskoðarar løgdu uppí leikin, og kringsettu dómararnar. Hetta var sera óheppið, og menn vístu seg frá sínari ljótastu síðu.
Dómararnir staðfestu javnleikin
Høgni Klein hjá Kyndli fekk reytt kort fyri at hava loppið í ein Neistaleikara, tá ið teir vóru á veg í skjótálop í síðstu sekundunum. Annars var einki reytt kort givið í rokinum, tí at dysturin var liðugur, men væntast kann, at tað fær avleiðingar fyri onkran.
10 minuttir eftir seinasta bríksl gjørdist greitt, at dysturin endaði við javnleiki. Dómararnir mettu, at tíðin var farin, áðrenn Áki skoraði seinasta málið, og endaliga støðan gjørdist sostatt 24-24.
Liðini vístu ikki so gott spæl, men tað var tó ein sera spennandi dystur. Rokið móti endanum var tó eitt lýtið fyri dystin.