Sigursmálið og sigursmálskjúttin hjá NSÍ (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu NSÍ fekk 1-0 sigursmálið ímóti Suðringum, og hoyr sigursmálskjúttan seta orð á dystin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá sigursmálinum NSÍ fekk ímóti Suðringum, tá Klæmint A. Olsen í 82. minutti tryggjaði NSÍ sigurin ímóti Suðringum við Løkin í Runavík í dag. Trygve Mortensen var viðmerkjari.


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við sigursmálskjúttan, Klæmint A. Olsen.

 

Klæmint A. Olsen viðgongur, at tað var ein strævin dystur at koma ígjøgnum hjá Suðringum, har mótstøðuliðið stríddist manniliga, og gjørdi tað sera torført hjá NSÍ.

 

Tí var tað ein stórur lætti hjá heimaliðnum at fáa hol á í 82. minutti. Men seinastu løtuna stóð á gomlum nøglum í verjuni hjá NSÍ. 

 

Klæmint A. Olsen hevur nú skotið 156 mál í bestu føroysku fótbóltsdeildini, og tað er nýtt met hvørja ferð hann fær eitt mál.

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen hevði við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl hoyrist HER