Sigursmálið hjá HB og Teitur M. Gestsson (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu HB vann á AB, og hoyr málverjan hjá HB seta orð á sigurin

"HB er á toppinum, og nú er tað longri frá toppinum og aftur til næsta avbjóðaran.

Í dýrdarveðrinum á Argjum í kvøld vann HB 1-0 ímóti AB.

Málið varð skorað miðskeiðis í seinna hálvleiki, og einasti málskjúttin var Adrian Justinussen, sum nú er toppskjútti við tíggju málum. Uppleggið átti Símun Samuelsen, sum aftur í kvøld var millum teir eyðsýndastu av øllum.

Í AB leguni er stór misnøgd við, at dómarin góðkendi HB málið. Argjamenn hildu, at Adrian Justinussen var rangstaddur.

 

 

Úrslitið ber við sær, at HB fyri sjeyndu ferð er á veg av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið hevur megnað at skora ímóti Teiti Matras Gestsson.

HB er nú fimm stig frammanfyri KÍ, sum fyrr í dag vann 3-0 á útivølli ímóti Víkingi." 

 

 

Soleiðis samanfataði Jóannes Hansen 1-0 sigurin og oddastøðuna hjá HB.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Tróndur Arge segði frá sigursmálinum hjá HB. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari. Hoyr eisini Oddbjørn taka samanum dystin.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málverjan hjá HB, Teitur Matras Gestsson. 

 

 

Oddbjørn Joensen heldur, at tað sær ógvuliga gott út hjá HB. Liðið hevur stabil avrik, verjir væl, og spælir í løtum góðan fótbólt, og má tí verða til reiðar at átaka sær ein FM-favorittleiklut.

 

 

Teitur Matras Gestsson staðfestir um góðu gongdina, at ein høvuðsorsøkin er, at allir í hópinum vilja hetta sum Teitur málber seg. 

 

 

HB-málverjin hevur tó bæði beinini plantaði niðri á jørðini, og hann minnir á, at enn er minni enn helvtin av kappingini farin afturum. 

 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við roynda miðvallaran hjá AB, Bárður Olsen hoyrist HER