Tað gongur av skriðuni hjá B36. Seinastu níggju dystirnar í vodafonedeildini eru teir farnir av vøllinum við ongum ella bert einum stigi, og er tað ein stór andsøgn at fáa bert seks stig í níggju dystum, tá liðið fekk níggju stig í trimum teimum fyrstu dystunum. Aftur ígjár høvdu teir hvítu nóg mikið av málmøguleikum til at vinna dystin. Dysturin var ikki nógv meiri enn byrjaður so rakti Hjalgrím Elttør yvirliggjaran, beint aftaná var Magnus Olsen ógvuliga nær við, og Hjalgrím gjørdist púra leysur, men hann skeyt bóltin á Predrag Markovic í B71-málinum. B71 ressaðist til uppgávuna í seinna hálvleiki, og tá komu teir eisini til góðar málmøguleikar. Fyrst stórbjargaði Jóan Pauli Jacobsen einari atsókn frá Ebba Kristin Thomsen. Løtu seinni setur Símun Hansen Odmar av í høgru síðu, har hann við einari góðari sending finnur Danilo Kovacevic, sum bert nýtist at seta fótin á og B71 var á sigurskós. Nú sá svart út hjá, men tað eydnaðist árstalsfelagnum at bjarga sær tað eina stigið. Høgni Eysturoy var spældur fríur í einum yvirlappi. Høgni legði so bóltin uppá tvørs til Heina í Skorini, sum hegnisliga setti innaru síðu á, og so stóð aftur á jøvnum.
Báðir partar iðraðu seg
Jóan Pauli Jacobsen og Jóhan Ellingsgaard hjá B36 iðraðu seg aftaná dystin, serliga um allar teir misnýttu málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki, sum burdu givið B36 eina trygga leiðslu, áðrenn steðgin. Símun Hansen og Ebbe Kristin Thomsen viðgingu, at teir í B71 vóru í ringum skørum í fyrra hálvleiki, men at B71 átti at bundið fyri og tikið øll trý stigini suður við sær um Skopunarfjørð, tá teir vóru komnir á odda, tí teir stóðu seg væl, aftaná uppsangin hjá Piotr Krakowski í steðginum. Símun Hansen fekk tvey gul kort, og verður hann tí ikki tøkur til heimadystin ímóti ÍF leygardagin.