Tað skerst ikki burtur, at spenningurin var stórur hjá HSF-toppunum, tá var greitt, at Føroyar skuldu spæla finaludystin í Emerging Nations Championship.
Eitt er, at gullið er stórur heiður. Annað er, at vinningurin so sanniliga eisini var stórur. 20.000 schweisara-frankar UMFRAMT allar ferðaútreiðslur til komandi altjóða undankapping,
Serstakliga hevur hetta seinna stóran týdning fyri føroyskan hondbólt.
- Vit verða ikki partur av komandi HM-undankapping, júst av fíggjarligum ávum. Nú er eingin ivi um, at vit taka lut í komandi EM-undankappingini so tað er einki dulsmál, at hetta er ein framúr vinningur, sigur Ári Rouch, sum er samskipari hjá HSF.
- Samstundis tykist hetta eisini eitt sindur løgið. Var tað okkurt av miðeuropisku londunum, so merktir tað kanska nakrar ókeypis bussferðir. Hjá okkum er talan hinvegin um heilt stórar upphæddir. Sjálvandi hevur lutakastið nógv at siga, tá ferðaútreiðslur skulu roknast, men vit kunnu helst roknað við, at samlaða upphæddin fer at líkjast einum 800.000 krónum, sigur Ári.
Saman við schweisisku frankunum, sum stóðu á kekkinum, verður talan soleiðis um eina upphædd, sum líkist eini millión. Eini millión, sum veruliga er við til at fasthalda landsliðsarbeiðinum hjá HSF.
Tí er heldur einki forgjørt í, at HSF longu nú rør uppundir, at kappingin verður endurtikin.
- Tað vilja vit sjálvandi fegnir hava. Eisini tí at hetta hevur verið ein sera góð kapping ítróttarliga. Vit hava spælt seks dystir, og av hesum hava teir fimm verið rættiliga javnir og spennandi, so kappingin hevur veruliga eisini eitt stórt ítróttarligt virði fyri okkum, heldur Ári.