Sigurin setti HM í gongd

"Fólk stóðu fram við vegnum og gleddust við rópum og floytum, tá dysturin var av.”

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, er í hesum døgum í Brasil til HM-kappingina í fótbólti. Hann var eisini til dystin millum Brasil og Kroatia, ið vertstjóðin Brasil vann 3-1.

 

“Stemningurin var avbera góður í gjár, og var tað eitt stórt upplivilsi at vera til staðar, bæði á stadion og í býnum,” sigur Virgar Hvidbro.

 

Hann sigur, at tað var sera stuttligt at uppliva, hvussu væl viðhaldsfólkini stuðlaðu liðnum, og hvussu stór gleðin var, tá sigurin var komin í hús. “Fólk stóðu fram við vegnum og gleddust við rópum og floytum, tá dysturin var av.”

 

Eingin ivi er um, at sigurin var kærkomin og setti av álvara HM-kappingina í gongd í gøtunum í Sao Paulo, sigur Virgar Hvidbro at enda.