Strandingar vunnu í tølum mest sannførandi sigurin um vikuskiftið, tá teir í Runavík vunnu við seks málum á Tjaldri, ið framvegis eigur troystasleysa aftasta plássið í bestu mansdeildini við enn ongum stigi.
Og hevði tað ikki borið so illa á hjá StÍF, at Artur Johansen í fyrra hálvleiki beklaði og mátti fara úr dystinum, kundi kanska verið enn verri statt hjá Tjaldri, sum ongantíð veruliga fekk fatur á StÍF.
Tað var nokk so skjótt, at strandingar vóru farnir eini fýra mál framum, og í hálvleikinum vóru teir á odda 17-11. Tjaldur svaraði eitt sindur aftur fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men eftir einari lítlari løtu mitt í hálvleikinum hevði StÍF aftur stungið seg sjey mál framum.
Størsta hóttanin, Tjaldur hevði, var uttan iva Dragija Stojovic, ið smekkaði til og skoraði, hvørja ferð hann slapp so mikið leysur av verjuni hjá StÍF. Men í seinna hálvleiki bleiv hann mansvardur, og so var tann hóttanin ikki so stór.
Tjaldur brúkti eisini mansverju í sínum royndum at vinna seg innaftur í dystin, og í seinna hálvleiki bleiv spælandi venjarin hjá StÍF, Costin Dumitrescu tikin burturúr.
Hóast spælgongdin soleiðis kundi ávirkast báðar vegir í løtum í seinna hálvleiki, var sigurin hjá strandingum ongantíð í vanda, og síðsta korterið høvdu teir longu vunnið sær tað, teir skuldu hava, og so var bara at halda fast.
Dysturin í tølum
Tjaldur-StÍF25-31 (11-17)
Málskjúttar:
Tjaldur: Dragija Stojovic 13 (2), Arnfinn Langgaard 5, Sverri Justinussen 4, Tórhallur Thomsen 2, Zoran Sarpevic 1
StÍF: Costin Dumitrescu 11 (5), Sveinur Justinussen 10 (1), André F. Danielsen 3, Bent Djurhuus 2, Leivur Justinussen 2 (1), Artur Johansen 1, Kristjan Petersen 1, Jón Rasmussen 1
Brotskøst: Tjaldur 2, StÍF 5
Útvísingar: Tjaldur 2, StÍF 3
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen