Sigurd vann MIF renningina

Um vikuskiftið var á triðja sinni skipað fyri sonevndu MIF-Top run, har rennast skuldi strævna teinin niðan á Sornfelli.
Tað er ítróttfelagið í Mjørkadali, sum skipar fyri renningini, og aftur í ár var talan um góða undirtøku.
37 rennarar vóru til staðar, tá startskotið varð latið av, og av hesum var Sigurd Poulsen úr Havn skjótastur at renna. Hann rann teinin í 45 minuttum og tveimum sekundum, og var hetta góðan minutt skjótari enn Guttormur Sørensen, sum var næsti maðurin á málið.
Hjá eldru monnunum - t.e. 40 ár og eldri, var tað Regin Zachariasen, sum kom fyrstur um málið. Hann rann enntá skjótari enn næst besti rennarin í yngra bólkinum, tá hann kom í mál við tíðini45,56.
Hjá kvinnum var Bjørk Herup Olsen úr Havn fyrst um málið, og hevði hon tíðina, 55,28, meðan Jóngerð Høgnesen úr Hoyvík við tíðini, 1.07,17 var skjótasta kvinnan í eldra bólkinum.