Sigurð heldur fram sum rektari

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur longt sáttmálan við rektaran við trimum árum.

Stýrið fyri fyri Fróðskaparsetur Føroya boðar í dag frá, at Herálvur Joensen, stýrisformaður og Sigurð í Jákupsstovu, rektari, fríggjadagin 9. oktober skrivaðu undir eina avtalu um at leingja setanina hjá rektaranum við trimum árum.


Frammanundan hevði rektarin eina avtalu fram til gildi 31. august 2016. Hon er sostatt longd til 31. august 2019.


Sigurð í Jákupsstovu tók við starvinum sum rektari fyri Fróðskaparsetur Føroya tann 1. september 2011.