Sigur til Tomislav

Tað eydnaðist Tomislav Sivic og ungverska felag hansara, Kecskemét, at taka eitt týðandi fet frá botninum í bestu deildini um vikuskiftið. Kecskemét spældi á heimavølli móti Gyor, sum annars er partur av oddastríðnum, og tað eydnaðist Tomislav og hansara monnum at vinna dystin 1-0.

Við hesum hevur Kecskemét sjey stig eftir fyrstu seks umførini, og tað er væl og virðiliga góðkent, nú felagið fyri fyrstu ferð yvir høvur roynir seg í bestu deildini.

Hetta var annars fyrsta ferðin í trimum umførum, at Tomislav sat á beinkinum undir dysti. Tá Kecskemét í øðrum umfari tapti 1-0 móti ZTE, hendi hetta við 9 monnum móti 11 í øllum øðrum hálvleiki. Og tá Sivic metti dómaran hava snýtt teir fyri brotsspark í evstu løtu fekk svartklæddi maðurin at vita, hvat venjarin helt um hansara avrik. Og tað kostaði altso leikbann í tveir dagar.