Tað bleiv ein sigur og tvey tap til tey trý føroyingaliðini, ið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í dag.
Jana Mittún helt fast í góðu gongdini í dag. Lið hennara, Viborg vann á útivølli stórsigur 40-26 (23-14) á Bjerringbro.
Jana fekk fýra málmøguleikar, og hon skoraði upp á allar. Harumframt legði Jana upp til tvey mál.
Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn høvdu sera torføran útidyst móti verandi meistarunum, Team Esbjerg.
Við einum 31-37 tapi slapp Keypmannahavn nøkulunda við skinninum á nøsuni. Í fyrra hálvleiki var Keypmannahavn væl við, og var Esbjerg bert á odda 18-16 í steðginum. Í seinna hálvleiki dragnaði meira millum liðini.
Pernille sum vanliga er effektiv skoraði eitt mál upp á tríggjar málmøguleikar. Hon vann eisini liðnum eitt brotskast.
Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í EH Aalborg taptu tepurt á heimavølli 30-32 fyri gamla liðnum hjá Anniku, Nykøbing Falster. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Annika bjargaði tveimum av fýra brotskøstum, ið var framúr. Í vanliga spælinum bjargaði hon níggju av 38 málroyndum.
Í morgin klokkan 13 verður føroyingauppgerð. Tá taka Súna Krossteig Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg móti Rakul Wardum og hennara liðfeløgunum í Ringkøbing.
Klokkan 14 hava Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens torføran heimadyst móti oddaliðnum, Odense.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
1 | Odense | 15 | 30 |
2 | Team Esbjerg | 16 | 30 |
3 | Ikast-Herning | 16 | 28 |
4 | Nykøbing Falster | 16 | 21 |
5 | Keypmannahavn | 16 | 20 |
6 | Viborg HK | 16 | 20 |
7 | SønderjyskE | 15 | 16 |
8 | Silkeborg-Voel | 16 | 9 |
9 | Skanderborg | 15 | 9 |
10 | Horsens | 15 | 8 |
11 | Aarhus United | 15 | 7 |
12 | Bjerringbro | 16 | 7 |
13 | Ringkøbing | 15 | 7 |
14 | EH Aalborg | 16 | 6 |