Sigur til Jóan Símun og Newcastle

Carlisle United var á odda 1-0 í hálvleikinum, men við tveimum málum frá Phil Airey vendi Newcastle dystin. Dysturin var spældur fyri afturlatnum hurðum. Tað vil siga, at ongin óviðkomandi slapp at síggja dystin.

 

Jóan Sìmun spældi fyrra á álopskenda miðvøllinum, meðan hann í seinna hálvleiki spældi á vinstru síðu.

 

Eykaliðið hjá Newcastle hevur nú spælt seks dystir í uppstartinum til kappingina. Fyrsti dysturin hjá eykaliðnum er 31. august ímóti Sunderland. Eina viku seinni kemur eykaliðið hjá Liverpool á vitjan.