Sigur til Hallby og tap til Sävehof

Óli Mittún var ikki við á liðnum hjá Sävehof í kvøld

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby vunnu á útivølli greiðan 37-29 sigur á Önnered. Tað lá serliga væl fyrri hjá Hallby, ið var á odda 21-10 í steðginum. 

 

Rói skoraði seks mál og legði upp til trý mál, og gjørdist saman við Albin Broman og Hampus Söderman toppskjútti hjá Hallby

 

Hallby er nummar sjey í deildini við níggju stigum.

 

Sävehof uttan Óla Mittún, men við Ísak Vedelsbøl á liðnum var fyri 32-38 tapi móti Ystad á útivølli. Ystad var á odda 19-17 í steðginum.

 

Ísak skoraði tvey mál.

 

Sävehof er nummar trý í deildini við 10 stigum. Ystad er fremst í deildini við 14 stigum.