Føroyski landsliðsspælarin, Jóan Símun Edmundsson, byrjaði inni fyri 2. Bundesliga-liðið Arminia Bielefeld, tá teir í kvøld vunnu 3-0 á FC Gütersloh í venjingardysti.
Les eisini:Bielefeld er eitt stórt felag
Toftamaðurin royndarvenur í hesum døgum við týska felagnum, Arminia Bielefeld, sum spælir í næstbestu deildini. Í kvøld fekk Jóan Símun so møguleikan at prógva seg. Hann byrjaði inni og spældi allan fyrra hálvleik.
Sambært frásøgnini hjá Arminia Bielefeld, so skifti venjarin tíggju spælarar út í hálvleikinum – harav Jóan Símun var ein av teimum. Arminia Bielefeld vann dystin 3-0, meðan støðan í hálvleikinum var 0-0.