Sigurðsson heldur fram í Swansea

Profilur hjá Íslandi verður framvegis at síggja í hvítu troyggjunum hjá walisiska Premier League-felagnum.

Ein av stóru profilunum á íslendska landsliðnum, sum bergtók alt fótbóltsevropa í EM-endaspælinum í Fraklandi, var miðvallargeneralurin Gylfi Sigurðsson. Saman við Aron Gunnarsson úr Cardiff mannaði Sigurðsson ein sterkan, sentralan miðvøll, sum var ein av grundarsteinunum undir góðu, íslendsku avrikunum. 

 

Til dagliga spælir Gylfi Sigurðsson við Swansea, ið júst líka sum Cardiff hjá Aron Gunnarsson er eitt felag úr Wales, sum luttekur í bestu ensku deildunum. Swansea er í Premier League, meðan Cardiff spælir í næstbestu deildini, The Championship.

 

Ikki er óhugsandi, at størri feløg hava sýnt áhuga fyri Gylfi Sigurðsson eftir væleydnaða EM-endaspælið. Men miðvallarin, ið eisini er ein sannur frísparkssnillingur, heldur fram í Swansea, tí at fyrr í dag gjørdist greitt, at hann hevur undirskrivað ein nýggjan fýra ára sáttmála við Swansea. Tað váttar Gylfi Sigurðsson sjálvur á síni Facebook-síðu.

 

Swansea endaði nummar 12 í farna kappingarári í Premier League við 47 stigum.