Sigurðsson fyrstu ferð á tingi

Fyrradagin tók Torleif Sigurðsson úr Klaksvík á fyrsta sinni sæti á tingi

Torleif Sigurðsson úr Klaksvík hevur fyribils tikið sæti á tingi fyri Vilhelm Johannesen. Í skrivi dagfest 13. desember í ár bað Vilhelm Johannesen um at fáa farloyvi frá tingarbeiðinum og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins fyri Norðoyggjar tekur sæti á tingi fyri hann.

Umsókin varð játtað av tinginum. Men sambært landsfólkayvirlitinum býr næsti maður á Javnaðarlistanum í Norðoyggjum, Mamy Dahl Sørensen, í Danmark, og kann sostætt ikki taka sæti á tingi.

Tingformaðurin bað tískil tingmenninar, Bjarna Djurholm, Páll á Reynatúgvu og Hergeir Nielsen um at kanna valbrøvini fyri Javnaðarflokkin í Norðoya valdømi. Úrslitið av kanningini vísti, at Torleif Sigurðsson er triðji maðurin á Javnaðarlistanum fyri Norðoyggjar, og mælti Hergeir Nielsen tískil til, at Torleif Sigurðsson tók sæti á tingi, meðan Vilhelm Johannesen hevur farloyvi.

Til løgtingsvalið í 1998 fekk Vilhelm Johannesen 266 atkvøður, Mamy Dahl Sørensen fekk 98 atkvøður og Torleif Sigurðsson fekk 75 atkvøður.