Raheem Sterling skoraði einsamalla málið, tá Ongland í dag vann 1-0 á Kroatia. Í dystinum bleiv 17 ára gamli Jude Bellingham skiftur inn. Hann er yngsti spælarin í søguni, sum hevur spælt í einum EM-endaspælið.
Tað var kríggj longu áðrenn dysturin byrjaði, tí Garth Southgate, enskur landsliðsvenjari, byrjaði við Kieran Trippier á vinstra bakki. Hann er upprunaliga høgri bakkur. Soleiðis kenna vit nú eisini onglendingar, tá eitt endaspæl er í gongd. Einki er gott nokk, men í somu løtu Ongland vinnur, so er alt gott.
Í dag er alt gott, tí Ongland vann 1-0. Uppleggið átti Kalvin Phillips úr Leeds og málið skoraði Raheem Sterling. Serliga uppleggið fær nógv rós, meðan Raheem Sterling bleiv kosin til dagins spælara.
Átta minuttir fyri tíð bleiv 17 ára gamli Jude Bellingham skiftur inn. Hann er yngsti spælarin nakrantíð at spæla fyri Ongland í einum endaspæli, og tann yngsti av øllum til eitt EM-endaspæl. Hann er uppvaksin í Birmingham og hevur seinasta kappingarárið spælt við Borussia Dortmund í Týsklandi.
##med2##
Bólkur D:
Ongland – Kroatia 1-0 (0-0)
1-0 Raheem Sterling, 57
Dómari: Daniele Orsato, Italia
Leikvøllur: Wembley, London












