Forsetin í Gambia, Yahya Jammeh, heldur uppá, at hann kann lekja tey, sum hava AIDS. Gambiski forsetin heldur uppá, at hann megnar meiri enn tey flestu. Hann vil vera við, at hann kann elkja fólk fyri astma og AIDS.
Tað er kortini ikki hvønn dag, at Yahya Jammeh hevur hesar eginleikar. Fríggjadag og sunnudag kann hann lekja astmusjúklingar og mánadag og hósdag AIDS-sjúklingar.
Tann 41 ára gamli forsetin hevur nú kunnað útlendsku diplomatarnar um sínar eginleikar, og hann vil vera við, at hann fær fullan stuðul frá sínum heilsumálaráðharra, skrivar Reuters.
Útlendskir felagsskapir, sum berjast ímóti AIDS, eru skelkaðir av orðunum hjá gambiska forsetanum.
-Hatta er einki minni enn ein vanlukka, sigur suðurafrikanski AIDS-granskarin Jerry Coovadia við Reuters.








