Versonur Donald Trump, Jared Kushner, skal mánadagin fyri amerikanska senatið. Tað er ein liður í kanningararbeiðnum, ið verður gjørt í samband við illgrunan, at Russland skal hava ávirka úrslitið av amerikanska valinum.
Tað skrivar BBC í dag.
Jared Kushner, sum leiddi arbeiðið av marknaðarføringini á alnótini, hevur longu sagt hvat hann ætlar at siga.
Hann sendi eitt tíðindaskriv út, har hann vísti aftur ákærunum, at tey skulu hava havt nakað við Russland at gera.
Kushner sigur, at hann hevur einki ólógligt samband havt við Russland og veit heldur einki um, at nakar annað starvsfólk hjá Donald Trump skal hava havt tað heldur.