Á danska/íslendska tónleikablogginum IndieLaundry stendur í dag, at íslendski bólkurin Sigur Rós fara at framføra á Roskilde festivalinum í ár. Keldan er sera tøtt við bólkin og sigur, at framførslan er 99% sikkur.
Sambært somu keldu, er bólkurin næstan liðugur við sangirnir til eina nýggja fløgu. Íslendingarnir skulu hesaferð hava flutt seg til eitt meiri gittarmerkt ljóð, og hava nú færri strúkarar og violinbogar.
Um konsertin í summar veður veruleiki, verður hetta fjórðu ferð bólkurin framførir á Roskilde festivalinum. Teir hava áður rúnabundið Roskilde-fjøldina við vøkru dagføringini av postrokkinum bæði í 2000, 2003 og í 2006.










