Sigur og tap til føroyingaliðini í bestu íslendsku deildini

Talan gjørdist um ein misjavnan dag hjá føroyingaliðunum

Føroyingaliðini í bestu íslendsku kvinnudeildini í hondbólti spældu í dag fyrsta dystin í hesum árinum. 

 

Á Hafnarfirði tóku Natasja Hammer og liðfelagarnir í Haukum móti Fram á heimavølli.

 

Fram vann ein sannførandi 28-18 sigur. Í steðginum var Fram á odda 14-7.

 

Natasja skoraði trý mál fyri Haukar.

 

Haukar eru nummar fimm í deildini við átta stigum. 

 

Ingibjørg Olsen og hennara liðfelagar í ÍBV eru næstfremst í deildini við 16 stigum.

 

ÍBV vann í dag 32-29 á Vali á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15. 

 

Ingibjørg var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV.

 

Komandi leygardag klokkan 14 verður føroyingauppgerð úti í Heimey, tá ÍBV tekur móti Haukum.