Sigur og javn­leikur nóg mikið

Bæði í Sunset- og Atlantic Air­ways-kappingini er galdandi, at tað í fyrsta umfari snýr seg um at vera best í tveimum dystum. Tað vil siga, at um annað finaluliðið vinnur ann­an finaludystin og spælir hin javnan, verður tað meist­ari.
Men vinna liðini hinvegin hvør sín dyst, verður talan um eina triðju finalu, sum er avgerandi fyri, hvør verður meistari.
Vinnarin í grundspælinum velur, hvar fyrsta finalan verður spæld, og í ár hava Stjørnan hjá kvinnunum og Neistin hjá monnunum bæði valt at byrja á útivølli ímóti ávikavist Neistanum og KÍF.