Sigur og aldursmet til norska Molde

Molde vann seg víðari, og Daniel Berg Hestad gjørdist elsti málskjútti í Europa League nakrantíð

Rosenborg fór avstað við norska meistaraheitinum, men tað er liðið, sum Ole Gunnar Solskjær venur, Molde FK, sum er tað fremsta liðið í norðurlondum, tá talan er um evropeisk avrik.

 

Molde framdi enn eitt bragd í kvøld í Europa League. Í farna umfari vann Molde 3-1 á Celtic heima, og i kvøld vann norska liðið 2-1 á Celtic á útivølli. Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Mohamed Elyounoussi legði Molde á odda, tá 21 minuttir vóru farnir. Fimm minuttir seinni javnaði Kris Commons til 1-1. Fyrsta korterið hevði Celtic annars bóltin í netinum tvær ferðir, men báðu ferðirnar var dømt fyri rangstøðu.

 

Í 37. minutti skoraði Daniel Berg Hestad sigursmálið fyri Molde, sum hevur 10 stig fyri fýra dystir, og hevur liðið úr Møre og Romsdal longu tryggjað sær víðari luttøku, hóast tveir dystir eru eftir at spæla í innleiðandi bólkaspælinum. 

 

Sigursmálið hjá Daniel Berg Hestad er søguligt. Við málinum gjørdist hann elsti málskjúttin í Europa League nakrantíð. 40 ár og 99 dagar gamal tryggjaði Daniel Berg Hestad Molde sigurin, tryggjaði Molde víðari luttøku, og sær sjálvum eitt met.

 

Molde hevur 10 stig, Fenerbache fimm stig, Ajax hevur trý stig, meðan Celtic er aftast í bólkinum við tveimum stigum.