Sigur móti krabbameini

Hondbóltsdysturin týskvøldið í KÍ-høllini gjørdist ein rørandi løta og ein spennandi dystur. Út móti 50.000 krónum komu inn til granskingina av bróstkrabba í Føroyum

Eini 400 fólk vóru til dystin týskvøldið í Klaksvík millum Stjørnuna og Kyndil.
- Tað er nógv, tá ið hugsað verður um, at hetta var eitt vanligt týskvøld, sigur venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen.
Heilt vanligt var hetta kvøldið tó ikki. Hetta var ein reguligur dystur millum tvey lið, men samstundis fóru allar inntøkurnar til innsavningina “Stuðlið bróstunum”, og nógv fólk møttu fyri at stuðla.
Stjørnukvinnurnar sopældu henda dystin í hvítum troyggjum við búmerkinum hjá innsavningini á. Kyndakvinnurnar spældu í sínum vanligu býnum, men tær høvdu allar kenda ljósareyða bandið um armin.
- Hýrurin var heilt ótrúligur. Tað var ein stór og rørandi løta. Øll høllin livdi við og var eisini við uppá, at hetta eisini var ein stríð móti bróstkrabba, sigur Heidi Hvidbro, forkvinna í bólkinum Bót til bata.
Dysturin var í sær sjálvum eisini spennandi, tí bæði liðini stríddust. Ikki fyrr enn móti endanum á dystinum fór Stjørnan framum og vann dystin.

Góður stuðul
Venjarin Svein Rógvi Nielsen sigur, at hevði hetta verið ein vanligur hondbóltsdystur, vildi hann mett, at einar 6.000 krónur vóru komnar inn í sølu av atgongumerkjum. Hetta tiltakið hevur fyribils givið smáar 50.000 krónur. Harav er ein stórur partur gávur frá fyritøkum og einstaklingum. Nógvir áskoðarar lótu eisini meira enn ásettu 70 krónurnar fyri atgongumerkið. Kyndlakvinnurnar møttu við 5.000 krónur frá felagnum, og VÍF við 1000 krónum. Summi fólk valdu at stinga spælarunum pening i hondina eftir dystin.
- Vit høvdu 100 av ljósareyðu bondunum at selja, og tey vóru seld eftir minni enn 10 minuttum, sigur Svein Rógvi Nielsen.
Allur peningurin fer óskerdur til granskingina á Landssjúkrahúsinum av bróstkrabba.
Svein Rógvi Nielsen letur heilsa, at kontan í sambandi vi innsavngina er opin mánaðin út, so høvi er framvegis at stuðla.

Stuðla Anniku og stríðnum
Hugskotið um at hava dystin sum eitt góðgerandi tiltak fingu tær á Stjørnuni, tí ein liðfelagi teirra, Annika Karlsdóttir Ljósstein, hevur fingið staðfest bróstkrabba. Við tiltakinum vildu tær bæði stuðla Anniku og stríðnum móti bróstkrabba.