Landsdystur
Luksemburg-Føroyar 0-2 (0-0)
Mong høvdu vónað, at tað fór at eydnast okkara at vinna dystin í Luksemburg. Hvussu nógv tað varð roknað við hesum, er so nakað annað.
Vónirnar fyri einum føroyskum sigri mundu tó fáa eitt skot fyri bógvin, tá Todi Jónsson longu eftir 19. minuttum noyddist av vølli, men sum kunnugt, so megnaðu okkara tó at stríðas ein sigur til høldar.
Taktiskt gott
Fyrst og fremst var tað skilagott føroyskt spæl, sum tryggjaði sigurin. Hvør tann einasti leikari á liðnum legði dent á at halda gjørdar avtalur. Hvør hin einasta leikari stríddist, og eftir 75 minuttum kom so lønin.
Fyrst fekk Øssur ein bólt í vinstru, og tá hann sendi bóltin innfyri, gjørdi avloysarin hjá Toda ? Christian Høgni Jacobsen ? ikki mætari enn at tveita seg inn, og seta stórutánna á bóltin.
Sum vera mann fekk málið lív í føroysku áskoðarafjøldina, og átta minnuttir seinni høvdu hesi enn meira at fegnast um. Ein langur bóltur niðan móti verjuni hjá heimaliðnum endaði við, at Christian Høgni fekk takklað bóltin til Kurt. Klaksvíkingurin sendi bóltin aftur til Christian Høgna, og hesin gjørdi ikki mætari enn at renna einar 30 metrar, áðrenn hann aftur sendi til Kurt, sum við innaru síðuni beindi bóltin í málið.










